Um Røkta

Røkta er ein føroyskur nethandil, ið selur dygdarvørur innan vakurleika og vælveru. Handilin varð stovnaður 1. juni 2021 og verður í dag rikin av Eyðnu Danielsen og Ian Vang.

Frá byrjan hevur íverksetarahugurin drivi okkum, og tá møguleikin beyð seg, gjørdu vit dreym til veruleika – og soleiðis varð Røkta føtt.

Vit brenna fyri at hjálpa kundum at finna rættu vørurnar til teirra tørv. Sum Eyðna sjálv sigur:

“At vegleiða og finna júst ta røttu vøruna til kundan er nakað, eg brenni fyri.”

Okkara mál er at veita framúr góða og skjóta tænastu, umframt at bjóða vandaðar vørur, so tú altíð kanst keypa trygt á Røkta.fo.