Lýsing
Kom og uppliva eitt hugnaligt og inspirerandi kvøld við fokus á vakurleika og vælveru.
Vit fáa vitjan av tveimum Sanzi serfrøðingum, ið fara at vegleiða og vísa á allar vørur frá Sanzi.
Kvøldið verður á Hotel Brandan.
Vit bjóða kaffi, te, frukt og okkurt søtt til góman.
Øll fáa ein Goodie Bag ( virði 250,- )
Tað er bert pláss til 35 fólk, so tað er “Først til Mølle” Prísur fyri luttøku er 200,-
Vit á Røkta fara at hava hópin av góðum tilboðum til tykkum hetta kvøldið
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld saman við tykkum.





