8 góð ráð, til at minka um rukkur um eyguni :)

Smílirukkur og fínar linjur.

Rukkur um eyguni hava nógv nøvn, og soleiðis er eisini við behandlingsmetodum . Ert tú eisini í iva um røttu eygnapleygu? Les meira her, og lær tín húð at kenna, tá vit kanna, hvussu tú kanst steðga og minka um fínar linjur og rukkur um eyguni.

Hví fái eg rukkur um eyguni ?

Rukkur um eyguni kemur við aldrinum og verður stýrt av okkara “ansigtsmimik” Tá vit smílast, koma smílirukkur og tá vit seta knyklar í brýr, koma tær kendu “bekymringsrukkurnar”

Men hví ?

Tað kemst av , at bindivevnaðurin í húðini missur sína styrki, fyllu og tað elastiska við tíðini. Tá húðin verður útsett fyri UV strálum frá sólini, niðurbrýtis kollageni og elastinfibrini, sum bindur og fastheldur fugtina til okkara húð. Meir fugt vit missa, meira rukkut blívur okkara húð. Summi hava lættari at fáa rukkur enn onnur. Tað kann verða arvagen ella lívstílurin. Óansæð, um tú hevur lætt við at fáa rukkur, ella bara vil fyribyrgja tær fínu linjurnar, er tað altíð eitt gott hugskot, at verja tína húð, so hon kann halda seg frískan og sunnan alt lívið.

8 góð ráð, til at minka um rukkur um eyguni:

  1. Verj teg ímóti sólini: Sum nummar 1, brúka altíð nokk av sólkremi, helst hægri enn factor 15. “Solarie” kann økja um vandan fyri húðkreft og meira rukkum. Og tá tað kemur til eygnarukkur, so hevur sólin størsta ávirkan á tíni húð. Pleyga títt andlit við einum góðum sólkremi frá apríl til oktobur, og brúka sólbrillur tá sólin er sterk. Tað er bæði smart og gott fyri eyguni.
  2. Legg av at roykja: Umhugsar tú , at gevast at roykja , so er tað virkuliga ein góð grund til tað. Royking kann gera at húðin eldist skjótari. Tað kemst av , at kemikalini í tubakkinum niðurbrýtur kollageni, og meðan nikotini niðursetur blóðrensli í húðini. Ùrslitið er turrheit, fleiri rukkur, og minni væturøkt til húðina. Tað góða er, at tú enn kann forbredra tín húðtóna og fyribyrgja rukkurnar við, at steðga at roykja.
  3. Skift Sovustillingin: Tað hevur eina stóra ávirkan á tíni húð, at tú fart nokk av svøvni. Men visti tú, at tín sovustillingur , kann hava ávirkan á rukkum og fínum linjum. Húðin missur tað elastiska við tíni, og tá er verri hjá húðini at varðveita sín form. Tað merkis , at rukkurnar lættari kunna koma, tá ansigti hvílur á einum kodda gjøgnum alla náttina. Minst til at skifta stilling av og á . Men tað vigtigasta er, at fáa nokk av svøvni.
  4. Et sunt og variera: Tað tú etur, hevur stóran ávirkan á tína húð. Et sunnan og fjølbroyttan kost fylt við vitamin A, C og E, essentiel, omega 3 feittsúru frá fiski og oljum. Proteinir og mjólkasyrubakteriu. Tað er við til, at hjálpa húðini frá at uppturkast av UV strálunum frá sólini, og at styrkja framleiðsluna av kollageni og hjálpur ímóti pigmentfeilum.
  5. Vel ein milda makupfjernara: Ert tú góður við tína húð-hvørt kvøld ? Vigtugt er, at reinsa makup av, tá mascara og makeup, kann irritera húðina við eyguni, og kann vera við til at turka tey sartu umráðini. Ver varliga, tá tú vaskar makeup av, strekk ikki eygnalokini ov nógv við vatrrondellini, sum er við til at niðurbróta elastikki í húðini. Lat vatrondelluna sita á eygnalokunum í 30 sek.,áðrenn tú turkar makeup av.
  6. Boosta fugtbalansuna: Sunn húðrøkt krevur tíð og umsorgan. Gev húðina fugt og nering, so tað gevur húðina møguleikan ,at byggja seg sjálvan upp í djúbdini. Við at brúka eitt gott gel ella serum, so kemur tú langt. Húðin runt um eyguni er sera følsom og fín, so tað merkur, at tú skalt brúka produktir, sum er “dermalogisk ” gjørt til eygnaumráði, so tað kann troyngja orduliga inn. Okkara besta tilmæli er Fillerina 932 Eyes & Eyelids pennurin, hann lyftir og pleygar og endurnýggjar elastikki í húðini, og gevur fugtbalansuna runt um eyguni við 9 Hyaluronsyru, 3 Kollagenir og 2 elastinir.
  7. Pleyga við kremum: Aftaná tína dagliga húðrutinu, skal tað pleygast. Her er tað sama princip, sum við gel og serum til eyguni. Ov stórar molekylur í kreminum , minkar tað tjansin, at koma orduliga niður í húðina. So vel eitt eygnakrem, sum er gjørt til hettar. Eygnakrem við Hyluronsýru er serliga gott, til at behalda fugtina og fyribyrgjan av turrari húð, sum ofta er við til at geva fleiri rukkur. Fillerina Eye & Lip Cream er eitt sera gott og beskyttandi krem við 6 Hyaluronsýru, rísolju, søtari mandelolju, og pleygandi “sea butter” sum fastheldur fugt til húðina aftaná behandling.
  8. Fugt til húðina: Síðst , men ikki minst. Vigtigast er, at drekka nokk av vesku hvønn dag. Húðin er kroppurinsa størsta organ. Tað krevst massar av vætu, at viðlíkhalda allar tað sunnu funktiónirnar- og ikki minst tær fínu linjurnar runt um eyguni.